Flyta inn í ovaru hæddinar áðrenn í summar

Tað verður einaferð fram ímóti sumri, at Løgtingið sleppur at flyta inn í ovaru hæddirnar í gamla Eik bygningin í gongugøtuni í Havn.

 

Tað sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður.

 

Tað er nakað síðani, at Løgtingið samtykti at keypa gamla gróthúsið hjá Eik í miðbýnum í Havn fyri 26 milliónir krónur, men løgtingsformaðurin sigur, at enn eru endaligu pappírini ikki undirskrivað.

 

Men hann sigur, at avtalað er gjørd um keypið, men tað, bíðað verður eftir, er at finna eina loysn fyri, hvar tey starvsfólkini hjá Eik, sum enn húsast í bygninginum, skulu verða.

 

 

Les eisini: Havnarfólk siga kortanei til at Løgtingið flytir í Eik

 

 

Gamli Eik skal brúkast til skrivstovur hjá flokkunum. Annars halda teir til í Gamla Apoteki á Áarvegnum, men Páll á Reynatúgvu hevur sett vónina til, at flokkarnir kunnu flyta oman í ovaru hæddirnar í Eik áðrenn í summar.

 

Spurningurin er so, nær Løgtingið eisini fær niðastu hæddina til taks, tí har heldur Eik til og ein loysn skal finnast fyri teimum, men tað fer at taka longri enn tað, sigur løgtingsformaðurin.

 

Umstøðurnar á Gamla Apoteki eru vánaligar og fyri at geva Løgtinginum betri arbeiðsumstøður, stóð valið ímillum at umvæla Gamla Apotek, ella at keypa bnýtt, og tí tók Løgtingið av, tá ið høvið beyðst at keypa Eik.

 

 

Les eisini: Tignarligt at Løgtingið keypir Eik

 

 

Enn er ongin støða tikin til, hvat Gamla Apotek so skal brúkast til. Løgtingsformaðurin sigur, at Løgtingið hevur samtykt at selja bygningin fyri sjey milliónir krónur, men enn er tilgongdin til tað ongan veg komin.