Flyta upp í 2. deild

-

Í hondbóltskappingini í vetur er næstbesta kvinnuliðið hjá VB flutt upp í 2. deild at spæla komandi kappingarár. Tað eydnaðist við tað, at tær vórðu nummar tvey í 3. deild. Sostatt hevur VB bæði lið í 1. deild og 2. deild kvinnur, umframt at gentur 16 ár vóru føroyameistarar. So vágbingar dylja ikki fyri, at teir hava góðar vónir fyri hondbóltinum í bygdini.

Tær, sum manna 2. deildarliðið hjá kvinnum eru: aftara rað f.v. Heidi Mørk, Rini Mørk, Anna Petursdóttir og Beinta Midjord. Fremra rað f.v. eru tað Mary Krosslá, Kirstin Ludvig og Alis Kjørbo. Tann lítla á myndini er Rúna Midjord, dóttir Beintu