Flytibar tannarøkt

Berghild Gullaksen, tannarøktari í Klaksvík, hevur útvegað sær útgerð, sum ger, at hon kann fara út til fólk, sum á ein ella annan hátt ikki kunnu koma til tannlækna. Enn er hon ikki rættuliga komin í gongd, tí hon er í fulltíðarstarvi hjá skúlatannlæknanum, men hon hevur fingið nakrar áheitanir gjøgnum summarið

Hvør kennir ikki henda serliga luktin, tá ein kemur inn til ein tannlækna. Summi ræðast tannlæknan og kunnu ikki fordraga henda luktin. Onnur vita bara, at soleiðis luktar tað hjá tannlæknanum, og tað má ein taka við viðgerðini. Men so eru tað eisini mong, sum kanska fegin vildu sloppið til tannlæknan, men av eini ella aðrari orsøk ikki kunnu. Hjá hesum er nú hjálp á veg. Og hesi kunnu í fyrstu atløgu fáa sínar tenn kannaðar heima við hús.
Berghild Gullaksen úr Klaksvík hevur starvast sum tannarøktari í 17 ár. Næstan alla tíðina hjá skúlatannlæknanum. Men hon er nú farin undir ein øðrvísi hátt at røkta tenninar hjá teimum, sum á ein ella annan hátt ikki sleppa til tannlækna.
Hon hevur av sínum eintingum keypt sær flytibara útgerð til at kanna, reinsa og pussa tenn. Tað sær júst út sum eitt tannlæknaborð við amboðum, sum ein kennir aftur. Bara tað, at tað stendur á einum stativi við hjólum undir. Í kjallaranum í heiminum hevur Berghild innrættað sær eitt høli, har hon vaskar øll amboð og hevur allar hentleikar, sum ein tannarøktari hevur tørv á.
Hon sigur, at hetta serliga er ætlað eldri fólki, sum kanska eru illagongd og øðrum, sum ikki sleppa so lættliga út um dagarnar. Eisini má hetta sigast at vera gott til ellis- og røktarheim, har Berghild kundi farið til stovnin og so kanna tenninar hjá teimum eldru.
? Tað eru alt fleiri og fleiri eldri fólk, sum framvegis hava teirra egnu tenn, og eg haldi, at tað er av alstórum týdningi, at tey kunnu varðveita sínar tenn so longi sum tilber, sigur Berghild.
Hon hevur lisið um hesa flytibara tannarøktina, og hon fekk so hugskotið at royna tað.
? Nú havi eg arbeitt í sama stað so at siga í 17 ár, so um eg skal royna nakað annað, so skal tað verða nú, sigur hon smílandi.

Reinar tenn eru vælvera
Berghild vísir eisini á, at reinar tenn eru vælvera.
? Eldri fólk hava ofta trupulleikar frammanundan við øðrum sjúkum, so tað hevði verið eitt pluss fyri tey, at havt reinar og góðar tenn, sigur hon.
Eldri fólk taka eisini nógvan heilivág, og hann er ikki altíð so góður fyri tenninar. Og hartil hoyrir ein ofta eldri fólk klaga um, at tey gerast so turr í munninum av heiliváginum. Og tað hevur Berghild eisini nakað fyri.
Sum sagt so er hon ikki komin í gongd av álvara enn, tí hon hevur eitt fulltíðarstarv við síðuna av, so hon sigur, at hon tekur tað, sum tað kemur. Men hon ásannar tó, at hon má gera eitt sindur við hetta, um hon skal fáa nakrar fastar avtalur.
? Um hetta fer at vísa seg at eydnast væl, so kann tað vera, at eg fari at umhugsa, hvussu tað verður við mínum starvi, sum eg havi í dag. Tað er eitt avbera gott arbeiðspláss, men dreymurin er nokk at fáa mína egnu klinikk, sigur Berghild.
Hon heldur ikki, at hon við eini klinikk hevði flutt seg inn á arbeiðsøkið hjá tannlæknunum.
? Um eg hevði funnið hol, so hevði eg víst teimum til ein tannlækna, og tannlæknarnir hava so øgiliga nógv at gera í dag, so eg trúgvi ikki, at tað hevði bilað nakað, sigur hon.

Góðar tenn
Í sínum dagliga starvi hjá skúlatannlæknanum fær Berghild eina góða mynd av, hvussu tað stendur til við tonnunum hjá børnum og ungum í dag. Hon greiðir frá, at fyri nøkrum árum síðani, merktu tey ein týðuligan bata í tonnunum, men í dag er gongdin við at venda aftur tann skeiva vegin ? serliga hjá teimum í framhaldsdeildini.
? Vit vita sjálvandi ikki við vissu, hví so er. Men vit hava hug at geva sodavatni skuldina. Serliga síðani skrúvupropparnir komu. Nú ganga tey ungu við sodavatn allan dagin og fáa sær smakk av og á. Og sukrið legst á tenninar og verður liggjandi har, sigur hon.
Hon heldur fram, at tey ofta fáa næmingar úr framhaldsdeildini inn á klinikkina, sum hava bæði reinar og penar tenn og frískt tannkjøt, men tá tey so taka røntgenmynd, so vísir tað seg, at tey hava hol ímillum tenninar. Og tað heldur Berghild so avgjørt kann koma av sodavatni.
? Tað er í øllum førum ikki nakað, sum bendir á, at tey í framhaldsdeildini ikki busta tenninar nóg væl, sigur hon.
Berghild fæst eisini við tenninar hjá teimum allarminstu. Hon hevur í fleiri ár nú saman við Boga á Steig, skúlatannlækna, kallað foreldur inn til fund at greiða frá tonnunum og tannarøkt. Og har hava tey víst á, hvussu ómetaliga týdningarmikið tað er, at børnini læra at busta tenn, og at tey vaksnu hava eftirlit við tannbustingini tey fyrstu mongu árini av livitíðini hjá einum barni.
Henda sokallaða herferð gav úrslit fyri nøkrum árum síðani, og tey sóu týðiligar batar í tonnunum hjá smábørnunum. Men sum sagt, so er tað við at vera galið aftur hjá næmingum í framhaldsdeildini.
? Tað er ikki gott at vita, hvussu ein basir hesum trupulleikanum, tí at biðja tey gevast við at drekka sodavatn, tað fer neyvan at hjálpa. Vit biðja tey um at nýta tanntráð eisini og so busta tenninar so væl, sum gjørligt. Tað er helst ikki annað at gera, sigur Berghild Gullaksen, tannarøktari í Klaksvík.