So er flytingargluggin í Bretlandi latin aftur. Fleiri spennandi keyp vóru og samanlagt fyri alt summarið er keypt fyri 4.8 milliardir krónur.
Her er ein fullfíggjaður listi yvir allar sølur og øll keyp í Premier League hetta summarið. Síggj listan við at trýsta HER
23.52: Manchester City hevur endaliga keypt Javi Garcia úr Benfica
23.21: Stoke hevur keypt Steven N'zonzi fyri umleið 30 milliónir krónur.
23.07: Michael Essien er útleigaður til Real Madrid frá Chelsea.
23.00: Flytingargluggin er nú latin aftur og Premier League feløg kunnu nú ikki keypa leikarar fyrr enn um ársskiftið.
22.59: Javier Garcia og Joao Moutinho ikki komi í gjøgnum enn, nú bara ein minuttir er eftir.
22.57: Michael Owen, sum er uttan felag, finnur ikki eitt nýtt felag í dag. Tað nýtist honum heldur ikki, tí hann kann skifta eftir at flytingargluggin er smekkaður í.
22.54: QPR hevur keypt Stephane Mbia frá Marsille. Hann kemur úr Kamerun.
22.35: Aston Villa hevur sum væntað keypt belgiska Christian Benteke frá Genk.
22.33: Einki hevur verið at hoyrt til Arsenal og tað eru Arsenal viðhaldsfólk eisini eitt sindur ónøgd við. Soleiðis heldur ein fjeppari skemtiliga fyri á Twitter: "Sky Sports didn't even bother sending a reporter to stand outside the Emirates. New low."
22.30: Joey Barton er útleigaður frá QPR til franska Marseille í eitt ár. Ikki gott at vita hvat teir hugsa fyri sær?
22.24: Brendan Rodgers, venjari hjá Liverpool, segði fyrr í kvøld, at teir vónaðu at keypa tveir ella tríggjar leikarar, men tað sær ikki út til at nakað hendir.
22.20: Yossi Benayoun verður at síggja í West Ham komandi kappingarár. Nú Michael Essien fór til Real Madrid, so hevur Chelsea ráð at gjalda ein størri part av lønini hjá Yossi, sum liggur um 900.000 krónur um vikuna. Tað hevur west Ham ikki ráð at gjalda, men avtalan er nú komin upp á pláss, tí Chelsea hevur játtað at gjalda ein størri part av lønini.
22.15: Hugo Lloris kostar Tottenham áleið 80 milliónir krónur, men prísur kann koma upp á næstan 115 milliónir um Hugo Lloris og Tottenham klára seg væl. Franski landsliðsmálverjin hevur skrivað ein fýra ára sáttmála við London felagið.
22.10: Yossi Benayoun nærkast einum árs láni til West Ham. Hann spældi har fyri fimm árum síðani, áðrenn hann skifti til Liverpool.
22.04: Tottenham hevur keypt Clint Dempsey fyri áleið 60 milliónir krónur og sáttmálan er galdandi í trý ár.
22.00: So er bara ein tími til at flytingargluggin smekkar í!
21.58: Clint Dempsey og Tottenham eru komin ásamt um ein sáttmála, so amerikanarin skiftur frá Fulham til eitt annað London felag í Tottenham.
21.48: Yossi Benayoun verður helst leigaður út til West Ham.
21.44: Aston Viila hevur keypt Ashley Westwood frá Crewe.
21.39: Manchester City hevur keypt 19 ára gamla serbiska miðverjan, Matija Nastasic, frá Fiorentina. Prísurin liggur um 100 milliónir krónur. Stefan Savic skiftur frá Manchester City til Fiorentina sum ein partur av avtaluni.
21.32: Tottenham er í samráðinginum við Clint Dempsey, sum er staddur saman við leiðsluni hjá Tottenham. Michael Essien er í samráðingum við Real Madrid. Hann skal avloysa Lass Diarra, sum hevur skift til Anzhi í Russlandi.
21.19: Hugo Lloris er nú endaliga staðfestur sum nýggjur málverji hjá Tottenham.
21.16: Aston Villa fer at kunngera eitt keyp hvørja løtu. Sera sannlíkt at talan er um belgiska Christian Benteke.
21.07: Meiri skemt úr Onglandi. Hesa ferð er tað keypspolitikurin hjá Liverpool, sum stendur fyri skotum: "Liverpool's bid to bring in Clint Dempsey has failed. Fulham insist they want £6m, Liverpool will offer no less than £16m."
21.00: Tveir tímar ril flyringargluggin letur aftur
20.56: Manchester City hevur selt Roque Santa Cruz til Malaga.
20.49: Javier Garcia er til læknakanning í Manchester. Manchester City og Benfica eru samd um ein prís í 150 millióna klassanum fyri miðvallarin, sum skal avloysa Nigel de Jong, sum hevur skift til AC Milan.
20.41: Hugo Lloris er ikki við hópinum hjá Lyon, sum skal spæla um vikuskiftið, men tað er Michael Bastos, sum hevur verið settur í samband við Fulham. Helst hevði hann skula avloyst Clint Dempsey um hann skifti til Liverpool.
20.35: Tað er ósannlíkt, at Liverpool fær fatur á Clint Dempsey. Sambært The Times, so er lang milllum boðið hjá Liverpool og tað sum Fulham vil hava fyri amerikanaran.
20.28: Rafael Van der Vaart hevur endaliga skriva ein trý ára sáttmála við týska Hamburg
20.19: The Times skrivar, at everton hevur keypt Byran Oviedo frá danska FCK. Partarnir hava gjørt ein fýra ára sáttmála.
20.14: Franski landsliðsmálverjin, Hugo Lloris, hevur klárað læknakanningina í Tottenham og tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn hann skiftir til London felagið.
19.53: Stoke og Everton royna at keypa Steven N'Zonzi frá Blackburn
19.47: Chelsea venjarin, Roberto Di Matteo váttar, at Michael Essian ikki er í hópinum til Evropska stórsteypadystim, tí hann helst skal leigast út
19.35: Skemt úr Onglandi: "BREAKING NEWS : Arsenal confirm signing of Korean forward Foo Kin No Won."
19.32: Edison Cavani hevur skrivað nýggjan sáttmála við Napoli, so tað er ósannlíkt at nakar fer at keypa hann.
19.29: Keldur hjá portalinum í Liverpool siga, at Liverpool í løtuni er langt frá at fáa fatur á nøkrum leikara. Liverpool vil hava Clint Dempsey, men Fulham hevur sagt nei til eitt boð frá Liverpool.
19.17: Dimitar Berbatov kostaði Fulham áleið 40 milliónir krónur. Tað er væl minni enn tær næstan 300 milliónirnar, ið Manchester United keypti hann fyri í 2008. Sáttmálan er galdandi í tvey ár.
19.16: Everton vil hava unga enska málverjan, Jack Butland. Liverpool felagið hevur bjóðað áleið 60 milliónir krónur, men Birmingham vil hava áleið 80 milliónir krónur.
19.14: Premier League feløgini hava nú keypt fyri áleið 4 milliardir krónur.
19.08: Joao Moutinho er "on" aftur. Tottenham stíðist við at fylla holiini eftir Luka Modric og Rafael Van der Vaart. Men eisini franski málverjin, Hugo Lloris, sum hevur spælt við Lyon, er í London og tingast við Tottenham um eitt skifti.
19.06: Smáir fýra tímar til flytingargluggin letur aftur
19.02: Fulham leikarin hevur sagt ein til at fara til Aston Villa, tí hann vil til Liverpool, men Fulham hevur sagt nei til boðið, sum Liverpool kom við fyri løtu síðan.
19.00: Joao Moutinho ikki til Tottenham. Tað sigur Sky Sports nú.
18.58: Premier League uppflytarnir, Southampton, eru komnir ásamt við italska Bologna um ein prís fyri Gaston Ramirez. Hann er úr Uruguay og hevur verið settur í samband við Liverpool, sum hevur Luis Suarez og Sebastian Coates í hópinum. Teir eru somuleiðis úr Uruguay. Prísurin liggur um 120 milliónir krónur. Tað skrivar Sky Sports.
18.50: Manchester City hevur keypt fýra leikarar í dag. Richard Wright er keyptur sum triði málmaður, brasilski Maicon skal styrkja um høgra bakk plássið, Scott Sinclair avloysir Adam Johnson á vonginum, meðan miðvallarin Javier Garcia er næstan keyptur úr Benfica.
18.47: Sambært Sky Sports, so vil Liverpool hava minst ein framherja í hópin áðrenn flytingargluggin letur aftur. Liverpool hevur leigað Andy Carroll út til West Ham fyri restina av árinum. Clint Dempsey(Fulham) og Daniel Sturridge(Chelsea) standa ovast á listanum hjá Brendan Rogers og Liverpool.
18.42: Tottenham arbeiðir hart upp á at keypa Joao Moutinho, men hann er sambært keldum hjá BBC við í hópinum hjá Porto, sum í løtuni ger seg kláran at spæla um vikuskiftið. Joao Moutinho er 25-ára gamal og spældi á miðvøllinum hjá Portugal til EM endaspælið.
Fleiri flytingar hava longu verið kunngjørdar í dag. Har í millum:
Javier Garcia, Richard Wright, Scott Sinclair og Maicon til Manchester City
Rafael van der Vaart til Hamburg
Dimitar Berbatov til Fulham
Charlie Adam til Stoke
Pablo Hernandez frá Valencia til Swansea
Niclas Bendtner til Juventus (Útleigaður)
Kieran Richardson frá Sunderland til Fulham
Park Chu-young frá Arsenal til Celta Vigo (Útleigaður)
Eitt yvirlit yvir allar flytingarnar í summar sæst HER
Keldur: BBC og Sky Sports