Heini Olsen kundi ognað sær meistaraheitið í gjárkvøldið, vann hann niðurlagda talvið móti John Arna, men úrslitið av hesum marathondysti var javnleikur, hóast hann hevði tvær finnur fleiri í endatalvinum, og tí verður alt at bíða til í dag.
Heini er eitt stig undan John Arna og John, og stendur seg tí við javnleiki í dag ímóti John. Men vinna bæði John og John Arni verða allir tríggir javnir í oddanum.
Tríggir eru eisini um boðið um næstu plaseringarnar. Jóan Hendrik, Ólavur og Flóvin eru nú allir javnir á fjórða plássi, eitt stig frá John og John Arna.
Heini stóð rættiliga kroystur í gjár móti Terja, og sjálvur viðgekk hann, at hann var sera heppin, at hann kortini fótaði sær. Men "lykken står den kække bi" verður eisini sagt.
John og John Arni vóru ikki nógvar leikir um at telva javnt. Vit undrast framvegis, hví John er so spakur og ikki roynir at taka dystin upp móti fleiri av mótstøðumonnunum. Hevur hann spart krútið til í dag?