Leygardagin verður árliga FM-Cup kappingin í Århus. Kappingin er fyri føroyingar í Jútlandi og á Fjóni.
Tað eru Føroyingarfelagið og føroyska seriu-6 liðið í Århus, sum skipa fyri kappingini.
Fyrireikingarnar byrjaðu longu í apríl mánaða, tá kannað varð, hvussu nógv lið roknast kundi við. Ætlanin var at fáa 8-9 lið at luttaka, men í skrivandi stund er líkt til, at seks lið verða við íkappingini.
Hesi koma úr Esbjerg, Horsens, VKF (Vejle, Kolding, Fredericia) og Århus. Esbjerg og Århus luttaka við tveimum liðum.
Liðið hjá Ålborg fekk ikki flutt tann dystin, sum teir skulu spæla komandi vikuskiftið, og føroyingarnir í Frederikshavn og Odense fingu ikki mannað lið.
Kappingin fer fram á tveimum vallum hjá Hasle Boldklub, sum liggja við Ellekærskolen, Jernaldervej 5, Hasle (bussar nr. 12 og 14.).
Byrjað verður klokkan 10.00 leygarmorgunin og hildið verður fram til umleið kl. 17.00. Undir kappingini kunnu spælarar og áskoðarar keypa sær ein bita og okkurt at leska sær við.
Um tað ikki verða fleiri enn seks lið, verður spælt í einum bólki, har allir spæla móti øllum. Dystirnir vera uml. 2 ferðir 20 ella 25 minuttir.
Flogferðsludeildin hjá Smyril Line hevur latið eitt ferðasteyp, sum Esbjerg vann í fjør. Undan teimum hava Horsens og Ålborg vunnið steypin ein ferð hvør.
Vinnarin av kappingin fær steyp og heiðursmerki. Næstbesta liðið fær steyp og spælararnir virðislønir, meðan triðbesta liðið fær ein steyp og kanska onkra virðisløn eisini. Mest skorandi spælarin verður eisini heiðraður.
Veitsla um
kvøldið
Um kvøldið verður veitsla, sum føroyingafelagið í Århus skipar fyri. Hetta er tann sonevnda Pisuveitslan, har føroyingar, ið nýliga eru fluttir til býin, arbeiðandi ella lesandi, verða bodnir vælkomnir.
Í ár fáa eisini fótbóltsspælarar og aðrir gestir høvi at koma á hesa veitslu. Uttanbíggja veitslugestir, sum ikki hava møguleika fyri at yvirnátta hjá vinum ella kenningum, kunnu liggja nátt í eini fimleikahøll, sum liggur á sama staði sum fótbóltsvallirnir.
Veitslan verður í Tousgårdsladen (Laden), Edwin Rahrsvej 6b, Brabrand (bussar 5, 12, 15 og 18), og hon byrjar klokkan 19.00. Við borðhaldið verður skemt og til dansin fer gamli Dallas-plátuvendarin Regin Johansen at spæla 80¹ara løg. Endað verður uml. kl. 05.00.
Fyrireikarar takka teimum, sum hava stuðla kappingini. Tað eru Fótbóltssamband Føroya, Atlantic Airways, Smyril Line/Færø Rejser og Storno.