Fríggjamorgun byrjaði FM í svimjing í Páls Høll og hildið verður áfram alt vikuskiftið við innleiðandi kappingum fyrrapartin og finalum seint seinnapartin, skrivar Suðurrás.
Stevnupartarnir eru:
- partur: Fríggjamorgun 10/5 frá kl 09:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
- partur: Fríggjadagur 10/5 frá kl 17:00 – FM finalur
- partur: Leygarmorgun frá kl 09:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
- partur: Leygardagur frá kl 17:00 – FM finalur
- partur: Sunnumorgun frá kl 08:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
- partur: Sunnudagur frá kl 14:00 – FM finalur
Til ber at fylgja við sum áskoðari í Páls Høll, men tað ber eisini til at fylgja við á netinum, skrivar sudurras.fo.
Fylgjast kann eisini við úrslitinum her á Swimify