FM pør: Árni og Balli føroyameistarar

17 pør spældu við í FM kappingini fyri pør. Spælt var í Bridgehúsinum fríggjakvøldið og leygardagin 28. og 29. apríl. Spæld vóru tilsamans 85 spøl.

 

GULL: ÁRNI M. DAM OG DÁNJAL PAULI MOHR

Árni og Balli lógu gjøgnum kappingina alla tíðina millum 5 tey fremstu pørini og vóru avgørt eitt av pørunum, sum fólk undan kappingini mettu sum favorittar. Eftir fyrsta umfar lógu teir fremst og ikki fyrr enn í 17. og síðsta umfari trokaðu teir seg aftur upp á fyrsta plássið.

 

##med2##

SILVUR: PER KALLSBERG OG JÓANNES MOURITSEN

Per og Jóannes byrjaðu ikki kappingina væl og lógu leingi millum tey aftastu pørini, men við einum góðum endabresti eydnaðist teimum at taka silvurmerkini.

 

BRONSU: ARNE MIKKELSEN OG BOGI SIMONSEN

 

##med3##

Arne og Bogi hava verið makkarar í fleiri áratíggju og hava saman vunnið ymsar FM kappingar óteljandi ferðir. Eisini teir taldust millum favorittarnar og lógu sum nr 1 heilt frá 2. til 16. umfar. Ikki fyrr enn í allarsíðsta umfari mistu teir bæði gull og silvurmerkini og máttu hendan dagin lata sær lynda við bronsu.