FM snarkapping 1. juli

Talv: Leygardagin 1. juli verður stór FM snarkapping í Kommunuskúlaskálini. Sera góðar peningavirðislønir verða givnar

Árið 2000 hevur higartil sanniliga verið eitt ríkt og spennandi talvár, og enn eru nógv stór og avbjóðandi tiltøk í væntu. Í seinastu viku funnu vit einstaklingaføroyameistaran, og komandi tiltak er FM í snartalvi.

Talvsambandið avgjørdi á Páskum, at FM í snartalvi í ár skuldi roynast sum kapping ið ikki var bundin at aðrari kapping. Gamalt var at kappingin var heft við FM einstaklingkappingina, men nú verður so roynt á annan hátt.

Kappingin er fyri øll, ung sum gomul, og byrjar kl. 11.00 leygardagin 1. juli. Kappingin verður skipað á øðrvísi hátt enn undanfarin ár. Talan er um at hava ein opnan bólk við nógvum umførum, men enn er einki avgjørt.

Sum nakað nýtt verða peningavirðislønir givnar teim fremstu, og fyri at øll skulu hava ein møguleika at ogna sær nøkur oyru verða sokallaðar ratingvirðislønir eisini givnar. Tilmelding er á staðnum og luttakaragjaldið er 50 kr. Talvsambandið heitir á fólk at tekna seg hálvan tíma áðrenn kappingin byrjar.

EM fepurin herjar yvir alt landið, men leygardagin 1. juli verður eingin fótbóltur á skránni, tí tá hava finalistarnir nevnliga frídag undan finaluni sum verður leikt 2. juli. So tað ber til bæði at telva og síggja fótbóltsfinaluna.

Eru spurningar, er møguleiki hjá tær at vitja heimasíðuna www.sam-teld.fo/talv, og síðani klikka á Talvtos, har møguleiki er seta spurningar og kjakast.


GM kappingin í heyst

Nú er greitt, at stóra altjóða GM kappingin í oktober verður veruleiki. Talvsambandið hevur bíðað eftir svari frá Norðurlendska ráðharraráðnum um fíggjarligan stuðul, og svarið varð positivt.

Manningin í kappingini verður ein góður blandingur av sterkum stórmeistarum, ungum altjóða meistarum og síðani tíggju teir fremstu føroysku telvarnir.

Fyri teir føroysku telvarnar er kappingin ein sera góð upphiting til OL, sum byrjar seinast í oktober mánaða í Turkalandi.

Telvað verður í Norðurlandahúsinum í døgunum 6 - 14. Oktober undir leiðslu av altjóða talvdómarinum og dananum Mogens Nielsen.


John Arni í Svøriki

Føroya besti telvari í løtuni John Arni Nilssen, hevur luttikið í einari IM kapping í Stokkholm. Níggjunda og seinasta umfar varð telvað sunnudagin.

John Arni hevur hevur havt eitt sera gott ár 2000 tá talv viðvíkur. Hann hevur otað seg framum John Rødgaard og Heina Olsen í rating og er tí nú nummar eitt á ratinglistanum í Føroyum.

Kravið at ogna sær IM norm í Stokkhólmi varð seks stig av níggju møguligum, men hendan vón brast skjótt hjá John Arna. Hann fekk nevnliga bert eitt stig burturúr fimm teimum fyrstu talvunum. Men John Arni er treiskur av lyndi, og tað prógvaði hann við at vinna trý tey næstu talvini og fekk sostatt fýra stig til hølvdar undan síðsta umfari. Sera flott komið aftur.

John Arni møtti vinnaranum av kappingini, Rasmus Skytte úr Århus í síðsta umfarinum og tapti, men sum heild ein rímiliga góð kapping hjá John Arna og vónandi fleiri av tí slagnum í framtíðini.m bert hevur onkrar smávegis broytingar av verandi heimastýrislóg. Men henda semja liggur eitt ella annað stað millum uppskot landsstýrisins um fullveldi og uppskot Sambandfloksins til nakrar varligar justeringar av verandi skipan.


Ikki ósamdur

við Hvítubók

Eg eri ikki ósamdur við Hvítubók, tá hon á blaðsíðu 67 sigur, at tað er ynski um grundleggjandi broytingar á trimum viðurskiftum, sum eru orsøkin til hesa fullveldistilgongd. Tað eg her royni at siga er, at eg hóast ikki samdur um fullveldið, so eri eg samdur, at vit mugu fremja hesar grundleggjandi broytingarnar. Tær eru:


?Vit mugu fáa sligið fast, at heimildirnar hjá føroyskum myndugleikum ikki stava frá umboði (delegatión), sum danskir myndugleikar hava givið og kunnu taka aftur.


?Vit mugu fáa sligið fast, at løgtingslógir eru á sama rættarstøði sum fólkatingslógir og ikki kunnu verða trokaðar til viks av fólkatingslógum.


?Vit mugu fáa víðari heimildir til at samráðast og at gera sáttmálar við onnur lond enn tær núverandi.


Men tað, sum eg samstundis royni at siga er, at ikki er neyðugt at fara yvir um ánna eftir vatni. Vit kunnu fremja áðurnevndu grundleggjandi broytingar í einari nýggjari skipan millum Føroyar og Danmark, sum er innan fyri ríkisfelagsskapin. Hetta kann fremjast við einari Sjálvstýrislóg.


Hví fara yvir um

ánna eftir vatni

Stjórnin hevur nú meira enn einaferð boðað frá, at hetta við delegatiónina, sum hevur verið eitt stríðsmál síðan 1948, kann endaliga fáast upp á pláss í einari nýggjari skipan. Forsætismálaráðharrin hevur brúkt orðið ?uigenkaldelighed?, sum merkir, at heimildirnar hjá Løgtinginum kunnu ikki takast aftur. V.ø.o. verður Føroya Løgting hægsti myndugleiki í øllum málum, sum vit hava yvirtikið. Vit fáa evsta vald á yvirtiknum málum - eingin er yvir Løgtinginum í yvirtiknum málum.Tá vit so samtundis við einari Sjálvtýrislóg fáa tikið allar forðingar burtur fyri, hvørji øki kunnu yvirtakast, er vegurin greiður til veruligt føroyskt sjálvstýri og til veruligt føroyskt sjálvbjagni. Tá er avgerðin einsamøll okkara.

Treyt nummar tvey síggi eg sum eina beinleiðis fylgja av, at vit fáa treyt nummar eitt upp á pláss.

Viðvíkjandi tí triðju treytini, so hevur danska stjórnin eisini meira enn einaferð sagt, at vit føroyingar mugu gerast meira sjónligir á tí uttanríkispolitiska økinum, og at føroyingar skulu sjálvir taka avgerðir og føra samráðingar á teimum økjum, sum hava týdning fyri okkum. T.v.s. at vit einsamallir føra samráðingar og gera avtalur á t.d. økjum sum fiskivinnu, handil, mentan og umhvørvi.

Eisini hevur danska stjórnin boðað frá, at um vit nú gera eina nýggja skipan ella eina nýggja Sjálvstýrislóg millum Føroyar og Danmark, so skal henda fráboðast altjóða samfelagnum, soleiðis at umheimurin veit, hvør skipan er galdandi millum hesi bæði londini.

Við hesum grundarlagi ber veruliga til at fara at tosa um reellan sjálvstýrispolitikk í Føroyum. Eg vil fara so langt sum at siga, at okkara uppskot um eina Sjálvstýrislóg er ikki longur eitt alternativ til ætlan landsstýrisns um eitt fullveldi, men hetta er loysnin til veruligan føroyskan sjálvstýrispolitikk, sum kann fáa breiða undirtøku millum manna.


Landsstýrið hevur

gjørt sakina danska

Við einari slíkari gongd verður tað føroyingar sjálvir, sum gera av, hvussu skjótt sjálvstýristilgongdin skal ganga. Hetta kann alt gerast í takt við okkara fíggjarligu og umsitingarligu førleikar. Tá verður hvørki neyðugt at tosa um eina skiftistíð ella, at danskir myndugleikar okkara vegna skulu umsita málsøki, ella at vit missa rættindir, sum vit í dag hava. Tá ber til alla vegin at hava greiðar linjur, har vit føroyingar hava fult tamarhald á gongdini.

Gongdin, sum nú liggur í kortinum hjá landsstýrinum, hvílir á danskan vælvilja. Enntá er man farin so langt, at landsstýrið nú sigur, at próvbyrðan fyri tí sjálvberandi búskapinum er donsk. Danir skulu prógva yvir fyri okkum, at avtalaða skiftistíðin er grundarlag fyri einum føroyskum búskapi. Danir eiga seinasta orðið um føroyskt fullveldi.

Lat okkum fáa sjálvstýrismálið aftur á føroyskar hendur - lat okkum fremja ta loysn, sum júst passar til okkara viðurskifti.


Aftur sum av torvheiðum

Landsstýrið er nú komið heimaftur av triðja umfari, og enn stendur í botni um skiftistíðina. Danir siga 4 ár, meðan føroyingar vilja hava 15 ár. Løgmaður hevur ikki bara einaferð, men fleiri ferðir sagt, at tað verður eingin fólkaatkvøða við bert 4 árum, tí hon hevur ongar møguleikar fyri at verða samtykt. At hon ikki verður samtykt, hevur løgmaður rætt í, men honum tørvar at síggja tann veruleika í eyguni, at skiftistíðin verður bert 4 ár, um so talan verður um nógv samráðingarumfør aftrat. Tí noyðist løgmaður, heldur enn at draga tíðina út, nú taka støðu. Annaðhvørt at ein fólkaatkvøða verður hildin við 4 árum sum skiftistíð ella at leggja kongin og lata aðrar sleppa framat og finna eina loysn, sum kann bera.

Men hvat hendir nú? Ræðast teir nú sítt egna barn? Høvdu teir væntanir um, at alt helt áfram óbroytt, tá loysingin er vorðin veruleiki? Hví bera teir ikki høvdið høgt og siga fólki, at hetta er so teytirnar við einum fullveldis Føroyum, og so taka takið?


Seta framtíðina veð

Sjálvt nú, har landsstýrið egndi við oljuinntøkunum, beit danska stjórnin ikki á. Hugsið tykkum til, at landsstýrið fær seg til at skjóta upp, at danir skulu fáa pant í okkara møguligu oljuinntøkum, pant í okkara arvasilvuri, pant í okkara arvi til okkara eftirkomarar. Hugsið tykkum til, at nú skal fullveldið lánifíggjast. Fullveldið upp á borg - hetta var ein sera mannminkandi støða, vit endaðu í, sum avgjørt ikki stuðlar upp undir okkara eyðkenni sum ein stolt tjóð.

Og ynskið um at nú skal ein triði partur vera við til næsta samráðingar undirbyggir bert tann veruleika, at her er veruliga komið vátt í reiðrið millum partarnar. Tað fær ein at hugsa um friðavarðveitandi herlið hjá ST, sum starvast úti í heimi, har kúlur og kanónir er partur av gerandisdegnum, og har fólkið verður dagliga hótt eftir lívinum, og har liviumstøðurnar eru undir øllum lágmørkum. Men soleiðis er ikki støðan her. Vælsignaðir menn stingið fingurin í jørðina. Hava vit eitt danskt yvirvald, um berjir okkara vilja niður? Liva vit dagliga við einari danskari hóttan yvir høvdinum?

Løgmaður plagar ar siga, at vit skulu seta tokið á sporið aftur. Spor og tok er nú ikki serliga føroyskt, so fyri at brúka eina føroyska mynd, so draga vit ikki bátin oman gjøgnum urðargrót, men vit draga hann eftir lunnum, sum syrgja fyri, at hann kemur á sjógv í heilum líki.

Landsstýrið megnaði ikki at flota bátin, men vit eru aðrir sum kunnu leggja teimum lag á.


Takk fyri

Jóannes Eidesgaard