FM í Trongisvági

FM fyri einstaklingar varð um vikuskiftið hildið í Trongisvági, og eftir fyrsta kvøldið, var tað TBF, ið var nærum einaráðandi

Eftir fyrsta kvøldið, var greitt, at TBF er nærum einaráðandi, tá tað kemur til yngru deildirnar. Eisini Royn eru byrjaðir at vísa tenn, eftir bert at hava vant í sløk tvey ár, og væl spurdist eisini burturúr, má man siga, eftir so stutta tíð. Royn vann heili tvey triðja pláss í einmansleiki.

Tá tað so er sagt, so kemst ikki uttanum, væla úrslitini, TBF hevur havt, seinastu mongu árini. TBF hevur havt eitt rimmar ungdómsarbeiði seinastu mongu árini, og nærum hvør einasti ungdómur dugur at halda einum batti.

Serliga væl fyri liggur hjá TBF gentunum. Tær hava aftur í ár verið at kalla einaráðandi, og er tað bert at frøast yvir.


Úrslitini:


Smápinkur:

Einmansleikur

1. Durita F. Jensen TBF

2. Sofía Maria Ferjá TBF

3. Rebekka Petersen TBF


Tvímansleikur:

1. Durita F. Jensen/Sofía Maria Ferjá TBF

2. Lóa Farstad/Julia Mortensen TBF


Smápiltar:

Einmansleikur:

1. Hávar Albinus TBF

2. Dávid Mortensen TBF

3. Jóan Eli Thomsen Royn


Tvímansleikur:

1. Dávid Mortensen/Hávar Albinus TBF

2. Rebekka Petersen/Jóan Eli Thomsen TBF og Royn


Pinkur:

Einmansleikur:

1. Lív Øster TBF

2. Durita F. Jensen TBF

3. Vár Holm TBF


Tvímansleikur:

1. Anna Mikkjalsdóttir/Lív Øster TBF

2. Vár Holm/Sára Olsen TBF

3. Durita F. Jensen/Sofía Maria Ferjá TBF


Piltar:

Einmansleikur:

1. Eyðfinnur Jensen TBF

2. Knútur Jóannesarson Tór

3. Bjørgvin Sveinbjørnsson Royn


Tvímansleikur:

1. Knútur Jóannesarson/Sveinur Nólsøe Tór

2. Eyðfinn Jensen TBF/ Bjørgvin Sveinbjørnsson Royn

3. Árnfríður Olsen Royn/ Hávar Albinus TBF