FM1: André fegnast um hugburðin hjá B68-leikarunum

(FM1) Hoyr virkandi høvuðsvenjararnar hjá AB og B68 seta orð á 3-0 sigurin hjá B68

##med2##

 

B68 vann ein sera týdningarmiklan 3-0 sigur á AB á útivølli í kvøld. Sigurin setir eld á niðurflytingarstríðið, tí nú er B68 við 11 stigum bert eitt stig frá áttanda plássinum, har 07 Vestur hevur 12 stig.

 

AB – B68 0-3 (0-0)

 

0-1: Samba 65. 

 

0-2: Sebastian Lau Nielsen br 79.

 

0-3: Sebastian Lau Nielsen 83.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá teimum trimum málunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Jonas Dal Andersen, virkandi høvuðsvenjara hjá AB. Jonas staðfesti, at B68 hevði lisið AB væl av í kvøld, og megnaði at koppa dystin til sín.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við André Olsen, virkandi høvuðsvenjara hjá B68, ið fegnast um tann hugburð og stríðsvilja hansara menn vístu í kvøld. 

 

 

 

AB-B68 0-3 (0-0) - Hoyr málini og samrøður við Jonas Dal Andersen og André Olsen

AB-B68 0-3 (0-0) - Hoyr málini og samrøður við Jonas Dal Andersen og André Olsen