FM1: Ári var eisini argur um sóttarhaldið

Ári Mohr Jónsson hevur funnið seg væl til rættis á vinstra miðvøllinum

##med2##

 

Samrøða við Ára M. Jónsson

 

Tá Føroyar í annaðkvøld spæla móti Skotlandi á Tórsvølli, verður tað helst við Ára Mohr Jónsson á vinstra miðvøllinum. Hann skuldi eisini vera við í hópinum til seinastu landsliðssamling, men endaði í sóttarhaldið saman við Viljormi Davidsen.

 

- Eg var eisini argur, tí tað vóru so nógv ting, sum ikki góvu meining hjá mær. Tað vóru tríggir feitir dystir, sum vit ikki sloppu at spæla. Tú hugsar, at tað má verða okkurt, ið tú kanst gera, men tað var tað bara ikki. Eg slapp ikki at spæla og fór heim aftaná fimm dagar og vandi við Sandnes. Tað var eitt sindur serligt, men nú eri eg komin víðari, sigur Ári Mohr Jónsson við FM1.

 

Tað bleiv eydnan hjá Ára M. Jónsson, at Meinhard E. Olsen bleiv skaddur. Vinstri bakkurin fekk plássið á vinstra miðvøllinum og tað kom hann væl frá í 2-0 ósigrinum fyri Eysturríki.

 

- Eg haldi vit spæla ein fínan fyrra hálvleik. Soleiðis upplivi eg tað og vit fáa nakrar málmøguleikar, men vit lata eitt býtt mál inn. Persónliga kundi eg hugsað mær at verið meir á bóltinum og skapt eitt sindur meir, enn hvat eg gjørdi. Annars royndi eg bara at gera mítt besta og vísa ein góðan vilja, sigur Ári, ið fekk ein stóran málmøguleika.

 

- Eg skuldi líka venja meg við, at tú hevur ryggin meira móti málinum, enn tá tú ert bakkur. Tá hevur tú spælið frammanfyri teg. Hevði eg verið eitt sindur meira vandur við slíkar støður, so kundi eg havt útnyttað støðuna eitt sindur betri, fortelur Ári M. Jónsson.

 

Hann væntar eina torføra uppgávu móti Skotlandi í annaðkvøld.

 

- Vit hava sæð eitt sindur av teimum. Teir eru eitt kropsligt lið og teir eru sterkir á vinstru síðu. Teir hava Andy Robertson, sum hevur eina øgiliga renniorku, er skjótur og hevur nøkur fantastisk innlegg. Hann dugur eisini væl at taka rættar avgerðir. Tað er nakað vit skulu halda eyga við, men vit skulu hava góðar vónir til hendan dystin. Avrikið móti Eysturríki var gott, men vit skulu bara pilka við nakrar smálutir, sigur Ári M. Jónsson at enda.

 

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá landsdystinum millum Føroyar og Skotland, sum verður á Tórsvølli í morgin klokkan 19.45.

 

##ms##