##med2##
Tað sá ta einu løtuna til, at Neistin fór at vinna ein sigur uppá trý ella fýra mál í fyrru Faxe Kondi hálvfinaluni í Kollafirði, men heilt móti endanum kom KÍF afturíaftur og fekk minkað tapið niður í bert eitt mál 24-25, og er alt opið til returdystin í hølllini á Hálsi í Havn sunnudagin klokkan 16. FM1 sigur sjálvandi frá tí dystinum.
KÍF-Neistin 24-25 (13-14)
Toppskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Nicklas Selvig 5 og Rúni Joensen 3.
Toppskjúttar Neistin: Rasmus Søby 7, Dánjal Ragnarsson 4 og Pauli Høj 4.
Inni á Skála vann H71 26-22 (13-13) á StÍF. Returdysturin verður í Hoyvíkshøllini sunnudagin klokkan 18. FM1 sigur sjálvandi frá dystinum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá spennandi dystarendanum í Kollafirði.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við verjuskansan hjá KÍF, Tony Weyhe sum var fegin um, at teir í KÍF komu rættiliga sterkt aftur og fingu minka um munin niður í bert eitt mál til returdystin sunnudagin. Tony letur ongan iva verða um, at teir í KÍF trúgva uppá møguleikan at røkka steypafinaluni.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við fýramálsskjúttan hjá Neistanum, heimvenda Dánjal Ragnarsson sum staðfestir, at Neistin átti at vunnið eitt sindur tryggari, men Dánjal heldur avgjørt, at hann og liðfelagarnir kunnu fáa álopsspælið betri at koyra til returdystin sunnudagin.