FM1: Bjargaðu sær stig í tíðini dómarin hevði lagt aftrat

(FM1) Árni G. Olsen hjá EB/Streymi heldur, at teir eiga at vinna á einum liði sum AB

##med2##

Flestu lið vildu verið meir enn fegin at fáa eitt stig aftaná at hava tryggjað sær ein javnleik í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat.

Men hesa fatan hevur Árni G. Olsen hjá EB/Streymi als ikki. Hann iðrar seg um, at EB/Streymur ikki fór við øllum trimum stigunum, og legði eina enn størri frástøðu til botnin í Betrideildini.

Árni G. Olsen er av tí fatan, at EB/Streymur eigur at vinna á einum liði sum AB, og tað er eitt stórt vónbrot fyri hann, at tað ikki eydnaðist.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá málinum Niklas Kruse fekk, tá hann javnaði til 1-1 fyri EB/Streym í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat. 

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Árna G. Olsen aftaná dystin

HER  ber til at hoyra málið Janus Svabo Samuelsen skoraði fyri AB, og samrøðu við málskjúttan. 

(Hoyr málið Niklas Kruse skoraði fyri EB/Streym, og samrøðu við Árna G. Olsen)