FM1: EB/Streymur átti at fingið meir burturúr í Klaksvík

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen seta orð á 0-3 tapið fyri KÍ í Klaksvík fyrr í dag

##med2##

EB/Streymur hevði góðan málmøguleika tá støðan var 0-0 í Klaksvík, og teir høvdu eisini góðan møguleika við støðuna 2-0 til KÍ, men teir tóku ikki av og tað iðrar høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen seg um.

KÍ – EB/Streymur 3-0 (2-0)

1-0: Páll A. Klettskarð 36.

2-0: Árni Frederiksberg 39.

3-0: Páll A. Klettskarð 59.

Jákup Martin Joensen staðfestir, at KÍ er eitt framúr gott lið, men hann heldur, at hansara menn kundi sloppið við einum frægari úrslitið í dag. 

Úrtøkan hjá EB/Streymi er tvey stig higartil, og tað heldur Jákup Martin eisini kundi verið betri. 

Á ljóðfíluni ber til at hoyra eina samrøðu FM1 gjørdi við Jákup Martin Joensen fyrr í kvøld.

 

(Samrøða: Jákup Martin Joensen)