FM1: Endurhoyr gullmálini og gullprátini av Tórsvølli

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá málunum HB fekk móti TB, og hoyr samrøðurnar hann gjørdi við spælarar, venjara og formann

##med2##

HB er staðfestur FM-vinnari aftaná ein trivaligan 4-0 sigur á TB á Tórsvølli í dag.

Mikkel Dahl gekk undan við at skora hattrick. Hilmar Leon Jakobsen skoraði til 3-0. HB legði seg á odda aftaná 85 sekund. Í steðginum var HB á odda 2-0, og longu tá 55 minuttir vóru farnir var støðan 4-0.

In.fo og FM1 ynska HB hjartaliga tillukku við einum fult uppibornum Føroyameistaraheiti.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá HB siga frá teimum fýra málunum HB fekk móti TB.

2) Hoyr samrøðurnar Tróndur gjørdi aftaná dystin við fegnar HB-spælarar, høvuðsvenjaran, Jens Berthel Askou og formannin í HB, Tórmóð Stórá. 

(HB-TB 4-0. Hoyr málini og hoyr gullprát við HB-spælarar, høvuðsvenjara og formann)