FM1: Evropa fótbóltur, EM flogbóltur og Premier League

Sportboxin verður frá klokkan 15 til til 17 í dag

Í dag verður Sportboxin aftur á FM1. Frá klokkan 15 til 17 kunnu tit hoyra um evropisku luttøkuna hjá føroysku fótbóltsfeløgunum, EM-luttøkuna hjá manslandsliðnum í flogbólti og um Premier League, sum byrjar í kvøld.

 

Í fyrra tímanum verður lagt fyri við flogbólti. Manslandsliðið er farið at luttaka í EM og skal nú møta teimum stóru tjóðunum í Evropa. Tað bleiv til ein 3-0 ósigur fyri Belgia í fyrstu royndini. Í Sportboxini verður tosað við Thorvald Danielsen, liðskipara á landsliðnum, og Peter Holm, formann í Flogbóltssambandinum. Tað eru ikki smávegis krøv, sum verða sett FBF, nú altjóða flogbólturin á hægsta stigi kemur til Føroya.

 

Í seinna partinum av fyrra tímanum fer tað at snúgva seg um Premier League. Saman við Teiti Joensen verður hugt nærri at kappingini, nú hon byrjar í kvøld. Í seinna tímanum verður hugt nærri at avrikunum í Evropa.

 

KÍ tapti í gjár 3-2 móti Ballkani í Kosovo, meðan B36 tapti 3-0 móti Viborg í Danmark. Mikkjal K. Thomassen, venjari hjá KÍ, og Dan Brimsvík, venjari hjá B36, verða við í sendingini.

 

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, so kanst tú senda SMS á 559999.