##med2##
Aftaná minniliga 2-1 Nations League sigurin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum gjørdi reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig fleiri samrøður í Mixed Zone.
Ein av teimum Petur Asbjørn fekk orðið á var veteranurin, Sølvi Vatnhamar sum spældi landsdyst nummar 60 í kvøld.
Fyri Sølva, ið hevur havt leikbann tríggjar teir undanfarnu dystirnar hevði tað alstóran týdning at avrika væl, og at vinna dystin.
Sølvi er sera takksamur fyri stuðulin frá Skansanum og hinum áskoðarunum á Tórsvølli.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna