##med2##
- Tað er stórt at skriva søgu í einum so siðvandum fótbóltsfelagi sum Vejle. Hetta segði Viljormur í Heiðunum Davidsen í samrøðu við FM1 aftaná dystin móti FCK, ið gjørdist alment skrásetti dystur nummar 182 hjá Viljormi í troyggjuni hjá Vejle. Tað er størsta dystartalið nakar útlendskur spælari hevur megnað fyri Vejle.
Viljormur greiddi frá, at nógv donsk miðlafólk vildu hava orðið á hann aftaná hann koppaði gamla metinum hjá enska Julian Barnett, ið átti gamla metið sum útlendski spælarin við flest dystum fyri Vejle við 181 dystum.
Hetta hevur tungt hoyggj hjá Viljormi hetta kappingarárið, har hann hevur verið nógv á beinkinum, og hevur enntá upplivað ikki eingong at hava verið partur av hópinum. Men tolin trívst, og tað er ein sera góð, og ikki minst rørandi kensla Viljormur situr við í spælarabussinum á veg aftur til Vejle.
FCK vann annars dystin 2-1 aftaná eitt gott avrik hjá Vejle. Viljormur fekk heiðurin at vera liðskipari í kvøld, og hann slapp at spæla allan dystin.
FC København – Vejle 2-1 (1-0)
28. 1-0 Mathias Zanka Jørgensen
67. 1-1 Ylber Ramadani
86. 2-1 Mohamed Daramy
Fyri Viljorm er tað eisini gott at fáa heilar dystir í beinið áðrenn landsliðið til HM-undankappingardystirnar móti Moldova, Eysturríki og Skotlandi 25. til 31. mars verður úttikið. Komandi sunnukvøld tekur Vejle móti OB.
Vejle er triðaftast í superliguni við 21 stigum, 10 stig frammanfyri Lyngby og AC Horsens sum eru aftast við 11 stigum hvør.