FM1: Fegnast um hattrick´ið hjá Pæturi og fyrsta málið hjá Eivindi

(FM1) Hoyr Høgna Egilstoft Nielsen hjá 07 Vestur og Dalibor Savic, høvuðsvenjara hjá HB seta orð á 4-0 sigurin hjá HB

##med2##

 

HB vann trivaligan 4-0 sigur á 07 Vestur, og er nú væl við í stríðnum um at knógva silvurkrónurnar. HB hevur fýra stig upp til Víking, og komandi leygardag hittast liðini á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

07 Vestur – HB 0-4 (0-1)

 

0-1: Pætur J. Petersen (44.)

 

0-2: Pætur J. Petersen (54.)

 

0-3: Pætur J. Petersen (56.)

 

0-4: Ejvind R. Mouritsen (82.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber hoyra samrøðurnar sum vóru við Høgna Egilstoft Nielsen hjá 07 Vestur og Dalibor Savic, høvuðsvenjara hjá HB í "Triðja Hálvleiki" á FM1. 

 

- Hóast tað var málleyst heilt fram ímóti steðginum, so var HB omaná alla tíðina. Teir fóru væl við bóltinum, og vit runnu aftaná. Tað bar við sær, at vit vóru troyttir í seinna hálvleiki, og so endaði tað, sum tað gjørdi. Mads Borchers hevðil onkran góðan málmøguleika, men vit mugu bara staðfesta, at vit megnaðu ikki at geva teimum ta mótstøðu, sum gongdin seinastu vikurnar kundi lagt upp til, at vit fóru at gera, sigur 07 Vestur liðformaðurin Høgni Egilstoft Nielsen við FM1. 

 

- Talan var um heilt opnan fyrra hálvleik, og vit vóru hepnir at vera frammanfyri 1-0, tá ið vit fóru at hvíla okkum. Teitur Matras Gestsson bjargaði fleiri ferðir heilt væl í fyrra hálvleiki, tá ið Mads Borchers var leysur, og í seinna hálvleiki vóru vit greitt omaná og øktu skjótt um leiðsluna til 3-0. Pætur skoraði hattrikk, hann er væl fyri og arbeiðir nógv og er aftur og aftur á rætta stað í røttu løtu, og tað fegnast eg og vit um. So var tað Ejvind Restorff Mouritsen, ið var skiftur inn og skoraði fyri fyrstu ferð. Tað fegnast við um. Nú skulu vit hitta Víking bæði í landskappingini og í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Málið hjá okkum er at vinna silvur í landskappingini og at vinna løgmanssteypið. Nú er tað upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu røkka málinum í steypakappingini, og um tað fer at eydnast at vinna leygardagin ímóti Víkingi, so verður næstfremsta plássið í landskappingini ikki so langt burtur, sigur HB venjarin, Dalibor Savic við FM1. 

 

 

 

Samrøður: Høgni Egilstoft Nielsen og Dalibor Savic

Samrøður: Høgni Egilstoft Nielsen og Dalibor Savic