FM1: Fekk sítt fyrsta mál fyri EB/Streym í frálíkum heimasigri

(FM1) Hoyr hvussu EB/Streymur vann 2-1 á NSÍ, og hoyr fyrra málskjúttan hjá EB/Streymi og høvuðsvenjaran hjá NSÍ seta orð á dystin

Hjalti Kárason Djurhuus skoraði sítt fyrsta mál fyri EB/Streym í dag (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Hjalti Kárason Djurhuus skoraði sítt fyrsta mál fyri EB/Streym í dag (Mynd: Óli G. Samuelsen)

##med2##

 

EB/Streymur vann seg upp á sætta plássið í Betrideildini við einum frálíkum 2-1 heimasigri á NSÍ í Hólmanum á Eiði. Hýrurin á heimafólkunum seinastu løtuna leddu tankarnar til tíðina fyrst í hesari øldini tá EB/Streymur varð í oddinum í føroyskum fótbólti.

 

EB/Streymur – NSÍ 2-1 (0-0)

 

1-0: Hjalti K. Djurhuus br. (50.)

 

2-0: Gutti Dahl-Olsen (57.)

 

2-1: Aron Knudsen (83.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Óla G. Samuelsen siga frá teimum trimum málunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Óli gjørdi við Hjalta Kárason Djurhuus, ið skoraði fyrsta málið fyri EB/Streym í dag.

 

3) Hoyr samrøðuna Óli gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Allan K. Jepsen. 

 

-Teir høvdu yvirvág í fyrra hálvleiki, men talan var ikki um stórvegis málmøguleikar. Í steðginum tóku vit samanum, og tað var semja um, at avrikið skuldi verða betri, enn tað var. So eydnaðist tað Símuni Sólheim at vinna brotsspark, og loksins eydnaðist mær at skora mál í bestu deildini, sigur miðvallarin Hjalti K. Djurhuus.

 

-Vit kunnu ikki siga annað, enn at EB/Streymur var dugnaligari í avgerandi støðum, enn vit vóru. Í fyrra hálvleiki sóru vit í støðum, har tað var møguleiki fyri at skora eitt og fleiri mál. Men vit vóru ikki nóg neyvir og dugnaligir. Eftir steðgin skoraðu teir fyrsta málið, og so var tað strevið. Vit høvdu bóltin frammarlaga á vøllinum, og vit høvdu møguleikar, men EB/Streymur vardi væl, og vit vóru ikki nóg tolnir. -Klæmint A. Olsen varð illa fyri undir upphitingini, og so settu vit Petur Knudsen inn, hóast hann var eitt sindur darvaður av skaða. Vit vóru væl fyrireikaðir, men vit vóru ikki nóg dugnaligir, staðfestir NSÍ venjarin, Allan K. Jepsen.

 

 

 

Hjalti Kárason Djurhuus skoraði sítt fyrsta mál fyri EB/Streym í dag (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Hjalti Kárason Djurhuus skoraði sítt fyrsta mál fyri EB/Streym í dag (Mynd: Óli G. Samuelsen)

(EB/Streymur-NSÍ 2-1 (0-0) - Hoyr málini og samrøður við Hjalta K. Djurhuus og Allan K. Jepsen)

(EB/Streymur-NSÍ 2-1 (0-0) - Hoyr málini og samrøður við Hjalta K. Djurhuus og Allan K. Jepsen)