FM1: Fyrsta "Clean Sheet" hjá HB síðani 19. mars

(FM1) Hoyr stuttar samrøður við liðskipararnar hjá HB og 07 Vestur um 3-0 sigurin hjá HB á ovara vølli í Gundadali

##med2##

 

Fyri fyrstu ferð síðani 19. mars helt HB málið reint í einum dysti, eitt sonevnt "Clean Sheet" sum tað verur nevnt á fótbóltsmáli. HB vann 3-0 á 07 Vestur á ovara vølli í Gundadali í dag, og legði seg undir liðina á B36 við 19 stigum. 

 

Tað spilti nógv fyri 07 Vestur at fáa Jóannes á Steig útvístan í støðuni sum førdi til brotssparkið sum gav HB leiðsluna í dystinum. 

 

HB-07 Vestur 3-0 (0-0)

 

1-0 Daniel Johansen br. (50.)

 

2-0 Áki Debes Samuelsen (67.)

 

3-0 Adrian Justinussen (80.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra stuttar samrøður við liðskipararnar, Teit Matras Gestsson hjá HB og Høgna Egilstoft Nielsen hjá 07 Vestur. 

 

 

 

Samrøður: Teitur Matras Gestsson og Høgni Egilstoft Nielsen

Samrøður: Teitur Matras Gestsson og Høgni Egilstoft Nielsen