##med2##
ÍF vann ein góðan 3-1 heimasigur á TB í dag sum merkir, at ÍF er á triðja plássi við fýra stigum.
Uros Stojanov gekk undan við at skora tvey mál í dag.
ÍF - TB 3-1 (2-0)
Uros Stojanov 1-0 (7.)
Gundur Ellingsgaard Petersen 2-0 (45. +)
Uros Stojanov 3-0 (54.)
John Villi Leo 3-1 (87.)
Høvuðsvenjarin hjá ÍF, Ólavur Larsen greiðir frá, at bæði málini í fyrra hálvleiki komu sera væl við hjá ÍF. Tá fyrra málið aftaná bert sjey minuttir fekk beint dystin á tað leiðina ÍF ynskti sær, og 2-0 málið kom aftaná eitt rættiliga stórt TB-trýst, og so var grundarlagið lagt til ein góðan heimasigur.
Ólavur slær fast, at ÍF fer aftur eftir einum sigri móti 07 Vestur komandi leygardag, og teir í ÍF ætla, at vøllurin í Fløtugerði skal verða ein sterkur skansi hjá liðnum, har tað skal vera sera torført hjá útiliðunum at fáa stig.