FM1: Høvuðsvenjarin hjá ÍF iðrar seg um mista sigurin

(FM1) - Vit fóru til Havnar eftir trimum stigum, sigur Ólavur Larsen sum misti sigurin úr hondum í allarseinastu løtu

##med2##

ÍF kom á odda 2-0 væl hjálptir av B36 á Tórsvølli í dag, fyrst við einum sjálvmáli til 1-0, og so við einari "Jesper Olsen" sending sum Uros Stojanov beindi í málið til 2-0, men beint aftaná minkaði Hugin Samuelsen til 1-2.

ÍF hevði framvegis sigurin í pottinum, men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat eydnaðist tað Benjamin Heinesen við góðum uppleggi frá Hannes Agnarssyni at javna til 2-2.

- Vit fóru til Havnar eftir trimum stigum, greiðir høvuðsvenjarin hjá ÍF, Ólavur Larsen sum iðrar seg stórliga um, at tvey av stigunum vóru mist í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Eitt mál sum Ólavur avgjørt heldur, at hansara menn burdu vart fyri.

Men Ólavur fegnast um avrikið og hugburðin, ið hansara menn løgdu fyri dagin í dag.

B36-ÍF 2-2 (0-1)

0-1 Sjálvmál (35.)
0-2 Uros Stojanov (70.)
1-2 Hugin Samuelsen (71.)
2-2 Benjamin Heinesen (90. +)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Ólav Larsen fyri løtu síðani.

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum sum komu í dystinum á Tórsvølli. 

(Samrøða: Ólavur Larsen)