FM1: Håkan fegnast um bjargaða plássið í deild C

(FM1) Hoyr samrøðu við landsliðsvenjaran um 1-1 javnleikin móti Litava

##med2##

 

Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson og toymið hansara hava avgreitt arbeiðssetningin við at halda føroyska A-landsliðnum í Nations League Deild C. Plássið var tryggjað við 1-1 javnleikinum móti Litava í Vilnius.

 

Landsliðsvenjarin heldur tó, at føroyska liðið hevði nóg mikið av málmøguleikum til at vinna dystin í kvøld. Hann harmast um, at Litava alt ov leingi í dystinum slapp at spæla heldur harðligt uttan tað fekk avleiðingar.

 

Nú gleðir Håkan seg til ein "ókeypis" dyst móti Turkalandi á Tórsvølli sunnukvøldið. Turkaland hevur longu vunnið bólk 1 í Nations League Deild C. 

 

Litava-Føroyar 1-1 (1-1)

 

0-1 Jákup B. Andreasen (22.) 

 

1-1 Vylintas Slivka (45.) 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við landsliðsvenjaran, Håkan Ericson aftaná dystin í Vilnius. 

 

 

 

Samrøða: Håkan Ericson

Samrøða: Håkan Ericson