FM1: HB stríddist fyri egnum stigameti og vann

(FM1) Hoyr Trónd Arge og Heðin Askham siga frá málunum HB-KÍ 2-1 (2-1), og hoyr teir taka samanum dystin

##med2##

 

HB eigur stigametið í Føroyum við 73 stigum. Eitt met teir settu í 2018, og nú standa teir við einum munandi betri møguleika at varðveita stigametið aftaná 2-1 sigurin á KÍ á Tórsvølli í kvøld.

 

KÍ kann tó enn røkka 74 stigum við at vinna á EB/Streymi 24. oktober og á Víkingi 30. oktober. KÍ er eisini fýra mál frá at skora 100 mál í landskappingini í ár, so enn er nógv at spæla fyri hjá KÍ.

 

HB – KÍ (2-1)

 

1-0: Mikkel Dahl (15.)

 

2-0: Dan í Soylu (31.)

 

2-1: Jóannes Bjartalíð (35.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 og Heðin Askham viðmerkjara siga frá teimum trimum málunum og dystarendanum.

 

2) Hoyr Trónd og Heðin taka samanum ein góðan og spennandi dyst millum FM-vinnararnar seinastu fýra árini.