FM1: Henrik og AB hava fyrsta málið og stigið til góðar

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá AB, Henrik Larsen og hjálparvenjaran hjá KÍ, Sjúrður Jacobsen seta orð á 2-0 sigurin hjá KÍ úti á Argjum

Henrik Larsen, høvuðsvenjari hjá AB

##med2##

 

KÍ vann fjórða sigurin á rað, og AB tapti fjórða dystin á rað, tá liðini møttust úti í Vika á Argjum. Hjá AB svíður tað eisini, at liðið hevur til góðar at skjóta fyrsta málið hetta kappingarárið.

 

AB-KÍ 0-2 (0-2)

 

0-1 Jóannes Kalsø Danielsen (9.)

 

0-2 Sjálvmál (42.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá AB, Henrik Larsen og hjálparvenjaran hjá KÍ, Sjúrður Jacobsen.

 

Henrik Larsen heldur, at hóast tapið so hevði AB tað besta avrikið higartil í ár móti einum ógvuliga sterkum KÍ-liði. AB-venjarin væntar, at tað fer at bresta fyri nev við málskjótingini og at fáa stig til høldar.

 

Sjúrður Jacobsen er nøgdur við avrikið hjá KÍ í fyrra hálvleiki, men heldur, at tað bleiv heldur rótut í seinna hálvleiki. Tað eru enn lutir sum KÍ arbeiðir við at bøta um, staðfestir hann. 

 

 

 

Henrik Larsen, høvuðsvenjari hjá AB

Samrøður: Henrik Larsen og Sjúrður Jacobsen

Samrøður: Henrik Larsen og Sjúrður Jacobsen