FM1: Hoyr fimm fegnar HB´arar seta orð á søguliga og søta sigurin

(FM1) Hoyr Jógvan Páll Lassen, Teit Matras Gestsson, Páll Mohr Joensen, Eyðun Samuelsen og Thomas Juul S. Thomsen seta orð á flotta sigurin hjá HB í Montenegro

Thomas Juul S. Thomsen og Páll Mohr Joensen (Mynd: HB)

Thomas Juul S. Thomsen og Páll Mohr Joensen (Mynd: HB)

##med2##

 

Øll kring HB og føroyskur fótbóltur kann fegnast í síni heild aftaná 2-0 sigurin hjá HB á Budocnost Pogdorica, og samlaða 6-0 sigurin. HB er víðari til triðja undanumfar í Europa Conference League undankappingini har væntandi Maccabi Haifa verður mótstøðuliðið. HB spælir úti 5. august og heima 12. august.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Jógvan Páll Lassen, Teit Matras Gestsson, Páll Mohr Joensen, Eyðun Samuelsen og Thomas Juul S. Thomsen seta orð á flotta sigurin hjá HB í Montenegro. Talan er alt um spontanar samrøður, ið FM1 stáplaði upp á beinið aftaná søguligi sigurin og víðari luttøkan var vunnin. 

 

Buducnost Podgorica – HB 0-2 (0-1) - HB vinnur samlað 6-0

 

0-1: Heri Hjalt Mohr 40.

 

0-2: Daniel Johansen br 74.

 

Dómarabólkur úr Norðurírlandi: Andrew Davey, Andrew Nethery, Adam Jeffrey og Lee Philip Tavinder (4. dómari)

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr (Jákup Thomsen, 84.), Hørður H. Askham, Bartal Wardum, Daniel Johansen – Heðin Hansen, René Shaki Joensen (Áki Debes Samuelsen, 74.) – Pætur J. Petersen (Mads Bo Mikkelsen, 57.), Michal Przybylski (Hilmar Leon Jakobsen, 73.), Adrian Justinussen – Mikkel Dahl (Stefan Radosavljevic, 57.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bjarti Vitalis Mørk, Dan í Soylu, Ási Dam, Samuel Johansen Chukwudi

 

Venjari: Kevin Schindler

 

 

 

Thomas Juul S. Thomsen og Páll Mohr Joensen (Mynd: HB)