FM1: Hoyr hvussu Team Klaksvík knógvaði Neistanum

(FM1) Endurhoyr ferðmikla dystarendan av Team Klaksvík-Neistin 33-32 (14-16), og hoyr Team Klaksvík venjaran, Áka Mørk og Sámal á Tjaldrafløtti seta orð á sigurin

##med2##

Team Klaksvík er bert tvey stig frá fjórða plássinum í Burn mansdeildini aftaná góða 33-32 sigurin á Neistanum í Badmintonhøllini í Klaksvík í kvøld. Í steðginum var Neistin á odda 16-14, og eitt skiftið var Neistin á odda 30-25, men so gjørdi Team Klaksvík ein ótrúligan endaspurt og knógvaði ein sigur heim.

Team Klaksvík hevur nú bæði vunnið á Neistanum, KÍF og H71 og skal takast í størsta álvara.

Team Klaksvík-Neistin 33-32 (14-16)

Toppskjúttar Team Klaksvík: Valentino Valentakovic 12 og Vuk Stevanovic 7.

Toppskjúttar Neistin: Rasmus Søby 8 og Julian J. Kragesteen 7. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá ferðmikla og dramatiska dystarendanum. Svein Rógvi Ljósstein Nielsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina. 

2) Hoyr Svein Rógva taka stutt samanum dystin. Svein Rógvi slær fast, at í Klaksvík eru Team Klaksvík ringir at syfta, men enn manglar, at liðið er meira støðugt fyri at vinna seg enn longur upp eftir stigatalvuni.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við venjaran hjá Team Klaksvík, Áka Mørk sum greiðir frá, at botnstøði hjá hansara monnum er ikki so gott, og tí hevur liðið tapt móti niðaru liðunum. Hinvegin er toppstøðið rættiliga gott, og tað hevur givið tríggjar góðar sigrar higartil.

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Sámal á Tjaldrafløtti hjá Team Klaksvík, ið skoraði trý mál í kvøld, men hann skoraði í avgerandi løtum móti endanum. Sámal stórfegnast um sigurin, og hann heldur avgjørt, at tað er munandi stuttligari at spæla við Team Klaksvík hetta kappingarárið enn tað var í fjør. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður gjørdi við Neista-venjaran, Arnar Gunnarsson.

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF72111842711
 NEISTIN82442242010
 H716169139309
 KÍF8202192108
 TEAM KLAKSVÍK7180188-86
 KYNDIL8174210-364
 STÍF8191234-434

(Team Klaksvík-Neistin 33-32 (14-16) - Hoyr dystarendan og samanumtøku hjá Svein Rógva L. Nielsen. Hoyr samrøður við Áka Mørk og Sámal á Tjaldrafløtti)