FM1: Hoyr Jákup Martin og Michael taka samanum javnleikin á Skála

(FM1) Hoyr samrøðurnar FM1 gjørdi við høvuðsvenjararnar hjá EB/Streymi og Skála

##med2##

 

Ígjár leiktu Skála og EB/Streymur javnleik 0-0 undir Mýruhjalla á Skála ígjár.

 

EB/Streymur rundaði fyrsta triðing av kappingini við 14 stigum, meðan Skála bert hevur fýra stig, men nógv góð leiklig avrik at vísa á. 

 

Jóannes Hansen skrivaði m.a. hetta um dystin á in.fo ígjár: - Heimaliðið var leikliga størsta partin av tíðini omaná. Báðir partar vístu góðan hugburð, og spælararnir løgdu heilt nógv fyri.

 

Skála hevði leingi betri tak á spælinum, og tað var ikki so undarligt, at heimamenninir løgdu heilt nógv fyri í royndini at vinna fyrsta sigurin, men tað eydnaðist ikki, tí úrslitið var málleysur javnleikur.

 

Í seinna hálvleiki spældi Skála seg til tveir heilt góðar málmøguleikar. Tann fyri var, tá ið Poul Kallsberg eftir skjótt álop og innlegg var leysur í brotsteiginum, men Kristian Joensen í EB/Streyma málinum bjargaði meistarliga væl.

 

Og í seinna førinum var tað miðvallarin Pætur Dam Jacobsen, sum eftir gott álop var í góðari støðu, men aftur var Kristian Joensen ein brandur. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra høvuðsvenjararnar hjá EB/Streymi og Skála, Jákup Martin Joensen og Michael Bjørn Nielsen taka samanum dystin og taka samanum fyrsta triðingin av kappingini. 

 

Samrøður: Jákup Martin Joensen og Michael Bjørn Nielsen

Samrøður: Jákup Martin Joensen og Michael Bjørn Nielsen