FM1: Fegnast um sigursmálið sum kom í 91. minutti

(FM1) Hoyr eina stutta samrøðu við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen

##med2##

 

EB/Streymur vann ein sera týdningarmiklan 1-0 sigur á 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági í kvøld. Aftaná 1-0 sigurin hjá B68 á ÍF er hørð kapping um at sleppa undan næstniðasta plássinum, og við sigrinum í kvøld eru sundalagsmenn seks stig frammanfyri B68.

 

Tóki Johannesen skoraði málið í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Í seinna hálvleiki hevði EB/Streymur teir flestu størstu málmøguleikarnar. 

 

Tað var ein stórur lætti hjá høvuðsvenjaranum hjá EB/Streymi, at teir fingu løn fyri stríðið.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra eina stutta samrøðu FM1 hevði við Jákup Martin Joensen fyrr í kvøld.