FM1: Kyndilskvinnur liva enn

(FM1) Hoyr stuttar samrøður við venjararnar, Dragan Brljevic hjá Kyndli og Kára Horn gjørdar aftaná 22-19 (11-9) hálvfinalusigurin hjá Kyndli á Neistanum

##med2##

Enn vita vit ikki hvør møtir StÍF í FM-finalunum í SMS-deildini.

Kyndilskvinnur vunnu í kvøld 22-19 á neistakvinnum, og hava liðini vunnið eina hálvfinalu hvør. Kyndil var á odda 11-9 í steðginum. Í seinna hálvleiki dróg Kyndil væl frá Neistanum móti endanum av dystinum.

Neyðugt er tí við tí triðju FM-hálvfinaluni, og verður hon spæld hóskvøldið klokkan 18.

FM1 sigur sjálvandi beinleiðis frá FM-hálvfinaluni. 

2. FM hálvfinalan: Neistin-Kyndil 19-22 (9-11) 

Toppskjúttar Neistin: Ingunn Kristina Persson 4, Fríða á Dunga 4 og Gunnfríð Nólsoy 3. 

Toppskjúttar Kyndil: Turið Arge Samuelsen 7, Natasja Hammer 3 og Bára K. Hansen 3.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra stuttu samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjararnar, Dragan Brljevic hjá Kyndli og Kára Horn hjá Neistanum á FM1 beint aftaná dystin. 

Kári Horn ásannar, at nógv krevur bata hjá Neistanum til triðju FM-hálvfinaluna. Dragan Brljevic er fegin um, at dómararnir greiddu sín setning væl so dysturin kundi ganga væl. 

 

(Samrøður: Dragan Brljevic og Kári Horn)