##ms##
Lars Muller hevur nú dømt fyri seinastu ferð í føroyskum fótbólti. Hann er valdur til ársins dómara ikki færri enn níggju ferðir. Sjey av teimum ferðunum upp í slag. Í gjár dømdi hann dystin millum HB og EB/Streymi, sum endaði við 6-4 sigri til HB
Hoyr samrøðu við Lars Muller við at trýsta á pílin undir myndini
-Ja, hetta er seinastu ferð, so tað er ikki løgið at tað bleiv kensluborið. Eg haldi at tíðin er komin nú. Eg havi følt tað seinastu tíðina. Tað krevur ófatiliga nógv at vera við og døma. Eg búgvi í suðri og tað er nógv ferðing. Tað hevði ikki borið til, um eg hevði ein góða leiðara og góðar starvsfelagar á arbeiðsplássinum. Eg haldi at løtan er tann rætta. Eg skal av landinum í eitt hálvt ár og tað er landsliðssteðgur, sigur Lars Muller eftir dystin.
Hoyr samrøðu við Lars Muller við at trýsta á pílin undir myndini.
##ms##