FM1: Magnus á landsliðið – helt tað var skemt

FM1: Magnus H. Jacobsen var sannførdur um, at tað skemt tá hann fekk boðini

##med2##

20 ára gamli Magnus Holm Jacobsen er á fyrsta sinni úttikin til A-landsliðið hjá monnum. Tað bleiv kunngjørt á tíðindafundi í “Landsliðsbúðini”, sum í niðastu hæddini í Tórsvølli. Sjálvur fekk hann boðini dagin fyri, tá venjarin hjá honum í B36, Jákup á Borg, ringdi og gav honum boðini.

- Eg var heima og spældi FIFA, tá Jákup ringdi. Eg væntaði at hann fór at spæla hund við meg, men segði so at eg var ov stuttur hesaferð. Síðani segði hann tvætl og at eg var úttikin, sigur Magnus H. Jacobsen, sum ikki hevur sovið i nátt.

- Eg havi ikki fingið ein minutt av søvni í nátt Pulsurin var sum spældi eg dyst, sigur miðvallarin.

Håkan Ericson hevur úttikið 24 teir somu, sum vóru úttiknir til landsdystirnar móti Danmark, Lettlandi og Andorra. Síani er Magnus H. Jacobsen nummar 25, nú Føroyar skulu spæla venjingardyst móti Litava, sum verður í Vilnius mikudagin 11. november, og UEFA Nations League dystir móti Lettlandi og Malta, sum verða ávikavist 14. og 17. november.

Hópurin:

Gunnar Nielsen, FH (Ísland)

Teitur M. Gestsson, HB

Tórður Thomsen, NSÍ

Sonni Ragnar Nattestad, B36

Heini Vatnsdal, KÍ

Odmar Færø, KÍ

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)

Heðin Hansen, HB

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ

Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (Noreg)

Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)

Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)

Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)

Dan í Soylu, HB

Magnus H. Jacobsen, B36

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg (Svøríki)

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)

Meinhard Egilsson Olsen, GAIS (Svøríki)

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

Andreas Lava Olsen, Víkingur

Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)

Patrik Johannesen, KÍ

FM1: Samrøða við Magnus H. Jacobsen