FM1: Meinhard vónar at fáa minuttir

Landsliðið: - Tað skal nokk koma at síggja gott út, sigur Meinhard E. Olsen

##med2##

Til landsliðsvenjingina í dag fekk FM1 orðið á Meinhard E. Olsen, sum fyri kortum skifti frá B36 til GAIS. Hann hevur verið rundanum landsliðið fyrr, men enn manglar gjøgnumbrotið. Hann er spentur, nú nýggjur landsliðsvenjari er settur.

- Eg eri spentur og spentur upp á, hvat kemur at mynda landsliðið komandi tíðina. Tað er mennandi fyri meg og landsliðið, at fáa nýggjar kreftir inn, sigur Meinhard E. Olsen úr tveir metrar fjarstøðu á Tórsvølli.

Tað sæst eisini á vøllinum, at tað erunýggjar tíðir á A-landsliðið. At kalla allur vøllurin er fullur av keylum, og tað eru fleiri hjálparvenjarar á vøllinum, sum gera klárt.

- Her eru nógvar keylur á vøllinum, og tað eru nógv ymisk øvislir, men tað gongur skjótt. Tað var ein góður dagur í gjár, og vit hava bygt víðari upp á tað í dag. Tað skal nokk koma at síggja gott út, sigur Meinhard E. Olsen.

 ##med3##

Tað eru eisini nýggjar tíðir á gistingarhúsinum, tí spælararnir búgva nú hvør sær í einakamari. Hartil sleppa teir ikki at samlast í frítíðini. Tað er tó ikki nakað, sum Meinhard ikki hevur roynt fyrr.

- Hetta er líkt tí,s um vit upplivdu á Gibraltar við B36, har vit vóru nógv isoleraðir á bátinum. Tað verður ikki nógv kortspæl og annað, so vit mugu finna aðrar mátar at verða saman upp á. Tað skal nokk ganga, sigur Meinhard E. Olsen, sum ikki hugsar so nógv um, at hann við skiftinum til GAIS, ikki er við B36 í Evropa.

- Tað kundi eg altíð ynskt mær, men nú eri eg har og havi fingið eina góða byrja. Teir hava tikið væl ímóti mær, sigur føroyski landsliðsspælarin, sum longu hevur fingið sínar fyrstu minuttir á vøllinum.

##med4## 

Tað ljóðar úr landsliðsleguni, at tað verður pláss fyri teimum flestu spælarunum til komandi landsdystirnar. Meinhard E. Olsen vónar eins og hinir, at sleppa á vøllin.

- Tað vóni eg. Um eg ikki byrji inni, so vóni eg at fáa nakar minuttir. Eg haldi tað er góður møguleiki fyri tí, sigur Meinhard E. Olsen at enda.

Føroyar spæla hóskvøldið klokkan 19.45 móti Malta í Nations League. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.

##ms##

FM1: Samrøða við Meinhard E. Olsen