FM1: Mjølnir-formaðurin og formaðurin í FBF tóku samanum

(FM1) Hoyr samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við Jóhann Lützen og Magnus Tausen aftaná steypahálvfinaludagurin í Badmintonhøllini í Klaksvík var lokin

##med2##

Aftaná seinasti bólturin var sligin í gólvið á steypahálvfinaludegnum í Badmintonhøllini í Klaksvík sluppu Mjølnir-formaðurin, Jóhann Lützen og formaðurin í FBF; Magnus Tausen til orðanna hjá reportaranum hjá FM1, Óla G. Samuelsen at taka samanum stóra tiltakið.

Tað gleðir serliga Jóhann og Magnus, at argentinski spælarin hjá Mjølni, Christian Imhoff sum áður hevur verið yrkisspælari undirstrikaði yvirfyri teimum, at tiltakið liggur einki aftanfyri tey sum hann hevur upplivað uttanlands sum yrkisspælari.

Jóhann Lützen segði seg havi fingið góðar afturmeldingar og orðaskifti uppá samrøðuna, ið var á FM1 fyrr í dag, har hann róði uppundir, at flogbóltur eigur at spælast um summarið eisini. Tann samrøðan hoyrist annars  HER.

Magnus Tausen fegnast um ta ávirkan tiltakið hevur havt á børnini og tey ungu í Klaksvík, og Magnus leggur dent á, at tað er týðandi, at stór flogbóltstiltøk eru kring alt landið.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen hevði við báðar flogbóltsformennirnar. 

(Samrøður: Jóhann Lützen og Magnus Tausen)