##med2##
Hetta er ein stórur dagur fyri flogbóltsfelagið, Mjølnir í Klaksvík, og dagurin kann gerast enn betri um bæði liðini vinna seg í steypafinalurnar.
Steypahálvfinalurnar sum hava verið leiktar í Badmintonhøllini í Klaksvík tey seinnu árini hevur ment seg til at verða ein stórt tiltak og ein stórur ítróttardagur.
Formaðurin í Mjølni, Jóhann Lützen fegnast um høvið at hýsa hesum stórfingna tiltakið í Badmintonhøllini í Klaksvík, og hann er vónríkur um at fáa bæði kvinnuliðið og mansliðið í steypafinalurnar, ið vera leiktar í høllini á Hálsi í Havn um fjúrtan dagar.
Jóhann Lützen rør uppundir, at flogbóltur eigur eisini at vera spældur um summarið fyri at menna ítróttina enn meira. Fótbólturin og hondbólturin strekkja sínar kappingar yvir eitt longri tíðarskeið, og Jóhann Lützen metir, at tíðin er komin hjá flogbóltinum at gera tað sama.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra upptaktssamrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Jóhann Lützen í Klaksvík ígjár.
Kl. 13.00: SÍ – Mjølnir, Meistaradeild kvinnur
Kl. 15.00: ÍF - SÍ, Meistaradeild menn
Kl. 17.00: Dráttur – Fleyr, Meistaradeild kvinnur
Kl. 19.00: Mjølnir – Fleyr, Meistaradeild menn
Frásøgumaðurin hjá FM1, Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá øllum dystunum.
Øll kunnu hoyra FM1 HER
HER ber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við borgarstjóran í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen í Klaksvík ígjár.
HER ber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við formannin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen í Klaksvík ígjár.