FM1: Nógvir ungir málskjúttar í stórsigri hjá B36

(FM1) Aftaná sjey dystir í 21 dagar kemur ein landsliðssteðgur ikki illa við hjá Jákupi á Borg og hansara hópi

##med2##

Tað hava verið nakrar spennandi vikur hjá B36 við trimum sigrum og víðari luttøkum í Europa League, ið endaði við einum heiðurligum avriki og 1-3 tapi móti CSKA Sofia í Bulgaria.

B36 hevur spælt sjey dystir uppá 21 dagar, og Jákup á Borg, høvuðsvenjari viðgongur, at landsliðssteðgurin kemur væl við.

Í dag kundi Jákup á Borg gleðast um eitt sera sannførandi avrik, tá B36 vann stórsigur 6-2 á EB/Streymi við nógvum ungum málskjúttum. Longu í steðginum var B36 á odda 5-1.

EB/Streymur – B36 2-6 (1-5)

0-1: Andrass Johansen 5.

0-2: Eli Falkvard Nielsen 9.

0-3: Ragnar Samuelsen 15.

0-4: Stefan Radosavljevic 20.

1-4: Niklas T. Kruse br 35.

1-5: Andreas Thomsen 37.

2-5: Niklas T. Kruse 58.

2-6: Stefan Radosavljevic 80.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Jákup á Borg. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen. 

(Samrøða: Jákup á Borg)