Í Sportboxini, sum er á FM1 hvønn fríggjadag millum klokkan 15 til 17, verða nógvir bóltar í luftini í dag. Tað fer at snúgva seg um fótbólt, hondbólt, flogbólt og dart.
Í fyrra tímanum verður samrøða við hondbóltslandsliðsspælararnar Róa Berg Hansen og Niklas Simonsen. Teir eru báðir hondbóltsútisetar og eru á landsliðnum, sum skal spæla móti Ukreina í næstum. Hartil hevur HSF í dag kunngjørt, at Sonni Larsen heldur fram sum landsliðsvenjari. Í flogbóltinum verður tosað við Peter Morell. Eisini verður tosað við Una Árting um Tórshavn Open 2019 í dart.
Í seinna tímanum verður Fótbóltspanelið, har Teitur Joensen er gestur. Hann fer at meta um dystirnar í 2. umfari í Betri deildini hjá monnum og tippa endastøðuna av landskappingini. Eisini verður nærri at lutakastinum í Champions League og Europa League.
Tú kanst luttaka í sendingini við at senda spurningar ella viðmerkingar inn á 559999 – ella fara á Facebook-síðuna hjá Sportboxini við at trýsta HER.