FM1: Søguliga gullið hjá StÍF - Hoyr gullsamrøðurnar

(FM1) Endurhoyr seinastu løtuna av StÍF-Neistin 30-20 (16-11), og hoyr samrøður við søguligar FM-vinnarar hjá StÍF

##med2##

Tað er málað við stórari Strandamáling: StÍF er fyri fyrstu ferð í søgu felagins undir navninum StÍF føroyameistari í kvinnuhondbólti. Í nítiárunum vunnu skálakvinnur og strandakvinnur FM sum lið hjá Skála. 

StÍF vann samlaðu FM-finaluuppgerðina í SMS-deildini 3-1 á Neistanum. Neistakvinnur vunnu 2. FM-finaluna, men tá var stórskjúttin hjá StÍF, Haruka Gima ikki við. 

4. FM-finalan: StÍF-Neistin 30-20 (16-11)

Toppskjúttar StÍF: Lív S. Poulsen 9, Haruka Gima 6, Poula Berg 4 og Guðrið Ellingsgaard 4.

Toppskjúttar Neistin: Ingun Kristina Persson 8, Stina Madsen 3, Fríða á Dunga 2 og Sára Mikkelsen 2. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr dystarendan á Skála ígjár. Sjúrður H. Hoydal segði frá og Teitur Joensen var viðmerkjari.

2) Hoyr samrøðurnar Sjúrður gjørdi við fegnar leikarar, venjara og onnur umboð fyri StÍF. 

(StÍF-Neistin 30-20 (16-11) - Hoyr dystarendan og samrøður við fegnar og søguligar StÍF-arar)