##med2##
Sørvágskvinnur vunnu seg sannførandi í steypafinaluna við einum 3-0 sigri á Mjølni í Badmintonhøllini í Klaksvík. Fyrsta settið vann SÍ lættliga. Mjølnir var munandi betri við í øðrum og í triðja setti, men SÍ hevði munin tá samanum kom.
SÍ – Mjølnir, kvinnur 3-0 (25-13, 25-20 og 25-19)
SÍ møtir vinnarunum av hálvfinaluni millum Drátt og Fleyr í steypafinaluni í høllini á Hálsi í Havn um fjúrtan dagar.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Hoyr eisini Óla taka stutt samanum settini og dystin.
2) Hoyr samrøðuna Óli gjørdi við Sirið H. Samson hjá Mjølni og Ingu Helenu Henriksen hjá SÍ.
##med3##