##med2##
Bygdin sum gav okkum fyrsta altjóða tjóðarleikvøllin í fótbólti er aftur at finna í bestu fótbóltsdeildini.
B68 vann minniliga upp- og niðurflytingardystin móti AB 3-2 aftaná longda leiktíð, har Andri Benjaminsen stóð fyri besta avrikinum við einum reinum hattricki.
AB – B68 1-1 (0-1) 2-3 eftir longda leiktíð
0-1: Andri Benjaminsen (35.)
1-1: Bjarki C. Nielsen (74.)
1-2: Andri Benjaminsen (104.)
2-2: Jasper Van Der Heyden (110.)
2-3: Andri Benjaminsen (119.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við fegnar B68-arar. Sjúrður prátaði við:
1) Hattrick-hetjuna, Andri Benjaminsen
2) Veteranin, Høgna Madsen
3) Liðskiparan, Aleksandur Ó. Jensen
4) Legenduna, ið nú gevst: Óli Højgaard Olsen
5) Høvuðsvenjaran, Øssur Hansen.
Sjúrður fangaði eisini nakað av róminum sum var á Tórsvølli.
HER ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá hæddarpunktunum. Heðin Askham var viðmerkjari.
##med3##