FM1: Samrøða við Julian Johansen um 31-28 sigurin á Kekkia

(FM1) Hoyr tað sum annar av føroysku U19 landsliðsvenjarunum, Julian J. Johansen hevði at siga um 31-28 sigurin á Kekkia

##med2##

 

Hondbólts-Føroyar stórfegnast. Føroyska U19 manslandsliðið vann bólkafinaluna 31-28 (15-15) á Kekkia í B-EM kappingini í Bulgaria, og skal leygardagin spæla hálvfinalu móti Slovakia, ið eisini er eitt sera sterkt lið.

 

Føroyar – Kekkia 31-28 (15-15)

5 min. 3-0

10 min. 7-4

15 min. 12-7

20 min. 13-10

25 min. 13-12

30 min. 15-15

35 min. 18-19

40 min. 20-21

45 min. 24-22

50 min. 26-23

55 min. 29-24

60 min. 31-28

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

Elias Ellefsen á Skipagøtu 13 (3)

Pauli Mittún 5

Janus Dam Djurhuus 4

Óli Mittún 3

Viktor Nørlyng Gaini 3

Bogi Hansen 2

Baldur Gillason 1

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra eina samrøðu FM1 gjørdi við annan av føroysku venjarunum, Julian J. Johansen ein góðan tíma aftaná dystarlok.

 

Føroyska U19 manslandsliðið hevði trupuleikar miðskeiðis í dystinum tá kekkiski málverjin hevði nógvar bjargingar, men so var tað dagsins leikari, málverjin, Pauli Jacobsen sum traðkaði í karakter og bjargaði nógvum kekkiskum royndum. 

 

Julian staðfestir, at Slovakia spældi javnleik móti Hvítarusslandi í dag, og tað verður eitt sera sterkt lið sum Føroyar møta í hálvfinaluni leygardagin, men hópurin fer at fyrireika seg væl til uppgávuna.

 

Liðini í hinum bólkinum hava spælt fleiri dystir, og vónar Julian, at slovakar møguliga vera tað troyttari enn okkara menn, men tað verður ein stór uppgáva óannsæð