FM1: Samrøður við ársins verjuspælarar

(FM1) Hoyr samrøður við ársins verjuspælarar, Rakul V. Magnussen hjá EB/Streymi og Odmar Færø hjá KÍ

##med2##

 

Einasta sum var givið við ársins verjuspælara undan Galla-tiltakinum á Parnassinum á Hotel Hafnia var, at KÍ átti ársins verjuspælara hjá monnum. Odmar Færø vann heiðurin frammanfyri liðfelagarnar, Heina Vatnsdal og Jóannes K. Danielsen. Hjá kvinnum vann Rakul V. Magnussen hjá EB/Streymi/Skála.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra løtuna tá ársins verjuspælarar vóru heiðraðir. Hoyr eisini samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Rakul V. Magnussen og Odmar Færø. 

 

##med3##