FM1 sigur frá HB-NSÍ og Skála-KÍ

Dystirnir byrja klokkan 15. Beinleiðis sendingin hjá FM1 byrjar klokkan 14 við upptakt

FM1 sendir beinleiðis í fýra tímar seinnapartin í dag millum klokkan 14 og 18 í samband við 22. umfar í Betrideildini hjá monnum.

 

Sendingin byrjar við upptakt klokkan 14, ið Petur Asbjørn Lervig skipar fyri. Gestur hjá Peturi Asbjørn verður gamla kempan hjá Skála, Pauli G. Hansen, ið eisini leikti nøkur ár við EB/Streymi.

 

Klokkan 15 siga Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge frá dystunum HB-NSÍ í Havn og Skála-KÍ á Skála. Fylgt verður við og kunnað verður um gongdina í hinum trimum dystunum, ið eru EB/Streymur-Víkingur, Suðringar-AB og 07 Vestur-B36. Allir dystirnir byrja klokkan 15.

 

Aftaná klokkan 17 verður sendingin "Triði Hálvleikur", har prátað verður við umboð fyri tey 10 betrideildar-liðini.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

 

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum teimum fimm betrideildardystunum.