##med2##
Føroyska kurvabóltslandsliðið er í bólki við Jersey, Guernsey og Saarema í innleiðandi bólkaspælinum.
Formaðurin í kurvabóltssambandinum og hjálparvenjarin hjá føroyska kurvabóltslandsliðnum metir, at møguleikarnar hjá føroyska liðnum fyri at knógva fyrsta sigrinum á oyggjaleikunum er móti Jersey.
FM1 hevur tí valt at siga beinleiðis frá dystinum. Frásøgumaður verður Sjúrður H. Hoydal. Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Fyrrverandi landsliðsspælarin, Janus Jakobsen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá Sjúrði H. Hoydal.
Landsliðsvenjararnir, Pól Jakobsen og John Norðbúð Thomsen hava úttikið hesar spælararnar til oyggjaleikirnar:
Magnus Jakobsen og Dánjal Hansen (Sporðdrekin)
Sjúrður Sivertsen og Ólavur W. Joensen (Hamar)
Bjarni W. Zachariasen og Ernesto Ferrari (Ravnur)
Rainer Latupeirissa, Kristmund Petersen og Petur Ovi J. Mørkøre (Hávur)
Fríði í Geil Jensen (Broernes Basketklub)
Steen Rói Lorenzen (Aalborg Basketball Klub)
Bastian Zachariassen (Tamalpais High School)