Í morgin klokkan 16.15 byrjar steypafinalan hjá kvinnum millum EB/Streym/Skála og HB á Tórsvølli.
FM1 sigur beinleiðis frá steypafinaluni. Frásøgumaður verður Petur Asbjørn Lervig. Viðmerkjari verður Jóna Nicolajsen, málverji hjá B36 og annar av landsliðsmálverjunum.
Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
In.fo hevur eisini beinleiðis tekstfrásøgn frá steypafinaluni.