FM1 sigur frá KÍ-Ballkani klokkan 19 í kvøld

Ballkani er á odda 3-2 frá fyrru uppgerðini í Europa Conference League undankappingini

Fjepparafelagið hjá KÍ "Bláa Bylgjan" spennir seg út, so KÍ skal fáa fullan uppbakkning á Tórsvølli í kvøld klokkan 19, tá KÍ skal spæla seinna dystin í triðja undanumfarinum Í Europa Conference League. 

 

Eyðun Thorgeirsson frá Bláu Bylgjuni vónar, at í minsta lagi 1.500 KÍ-viðhaldsfólk møta fyri at stuðla KÍ á Tórsvølli.

 

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen vónar eisini, at KÍ kann fáa sama uppbakkning, ið teir fingu til steypafinaluna móti Víkingi á Tórsvølli í 2016, og til FM-finaluna móti B36 í Gundadali í 2019.

 

Tí dysturin í kvøld er ársins dystur hjá KÍ, har KÍ við ein samlaðum sigri á Ballkani kann vinna seg í Play Off umfarið í Europa Conference League kappingini.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 18.55.

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo