##med2##
Í fjør tapti U21-landsliðið 1-3 móti Ísrael á útivølli. Á Svangaskarði í dag var U21-landsliðið hjá okkum niðurspælt av Ísrael stóran part av fyrra hálvleiki, og var eisini aftanfyri 0-1 í steðginum í EM-undankappingardystinum á Svangaskarði.
Men í seinna hálvleiki var U21-landsliðið hamskift, og tað endaði við einum fantastiskum 3-1 sigri. Mads Boe Mikkelsen javnaði til 1-1, Stefan Radosavljevic legði Føroyar á odda, og Petur Knudsen skoraði sigursmálið.
Hetta var fyrsti dysturin hjá U21-landsliðsvenjaranum, Sámal Erik Hentze, og Bagga-effektin var eyðsýnd longu í tí fyrsta dystinum hjá Bagga.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge og viðmerkjarin, Teitur Joensen søgdu frá málunum og dystarendanum í góða 3-1 sigrinum á Ísrael.
Føroyar – Ísrael 3 – 1 (0 – 1)
0-1: Tomer Yosefi 35.
1-1: Mads Mikkelsen 52.
2-1: Stefan Radosavljevic 77.
3-1: Petur Knudsen 83.
Dómari: Helgi Mikael Jónasson úr Íslandi
Føroyar: Rói Mørk Hentze – Ari Olsen, Samuel Johansen Chukwudi, Bjarni Petersen, liðformaður, Hanus Sørensen (Andri Benjaminsen, 68.) – Magnus Holm Jacobsen, Stefan Radosavljevic, Petur Knudsen (Arnbjørn Svensson, 84.) – Pætur J. Petersen, Jonn Johannesen (Stefan Løkin, 67.), Mads Mikkelsen (Lukas Giessing, 58.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rói Zachariasen, Noah Mneney, Janus Svabo Samuelsen, Ragnar Samuelsen og Hannes Agnarsson
Gult kort: Ari Olsen, Bjarni Petersen, Magnus Holm Jacobsen
Venjari: Sámal Erik Hentze
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við U21-landsliðsvenjaran, Sámal Erik "Bagga" Hentze, ið vann í sínum fyrsta dysti sum U21-landsliðsvenjari.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan, Bjarna Petersen.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Pætur Petersen, ið bløddi nasablóð undan dystarbyrjan, og tí misti 90 prosent av upphitingini.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við teir tríggjar málskjúttarnar, Mads Mikkelsen, Stefan Radosavljevic og Petur Knudsen.
##med3##