##med2##
KÍ er nú níggju stig frammanfyri Víking nú bæði liðini hava leikt 16 dystir. Við munandi betri málmuninum hjá KÍ ber næstan til at siga, at munurin er 9,5 stig.
Hetta er veruleikin nú á HB á heimavølli vann 2-1 á Víkingi, og spenningurin í FM-stríðnum er fyribils farin.
HB – Víkingur 2-1 (0-1)
0-1: Martin Klein Joensen 3.
1-1: Pætur J. Petersen 78.
2-1: Pætur J. Petersen 91.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá málunum og dystarendanum.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein vónbrotnan høvuðsvenjara hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen sum ásannar, at skal Víkingur elta KÍ í FM-stríðnum mátti dysturin í kvøld vinnast.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein fegnan tvímálsskjútta hjá HB, Pætur J. Petersen sum ikki dylur, at sigurin kom ógvuliga væl við. Serliga aftaná vónbrotið móti Newtown í fyrsta undanumfarinum í Europa Conference League.